
Tað kann ikki vera rætt, at vit í Norðoyggjum halda tilmælini og tey skíta á tilmælini í Tórshavn. Vit stongdu Maverick tann 12. mars og lótu uppaftur 1. mai, ímeðan øll skeinkistøðini í Tórshavn høvdu opið og tað gongur ikki hesaferð.
Eg havi boðað frá, at stongja skeinkistøðini í Tórshavn ikki, so stongja vit heldur ikki.
Fólk kunnu blíva smittaði allastaðni, eitt nú í Bónus, Føroya Keypssamtøku, Inn, Magn, Effo, Mylnuhúsinum, Sornhúsinum, Apotekinum, Rúsuni og ein kann blíva við at nevna, hvar ein kann blíva smittaður, men vit skulu stongja og øll hini hava opið, tað gongur ikki hesaferð.
Løgmaður nevndi bert eitt vinnuøkið, sum hann tilmælti skuldi stongja og tað vóru skeinkistøðini, men landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum ætlar ikki at stongja skeinkistøðini sambært In.Fo og tískil letur Maverick Barr uppaftur klokkan 18:00 í dag.
Vit síggjast í Maverick, har vit fara at hyggja eftir EB/Streym – KÍ klokkan 19:00. Koyr á KÍ.
Stongja hinu skeinkistøðini, so stongja vit eisini Maverick Barr, tit frættað meira á News.fo og Norðoya Portalinum.
SáH