Matvøruútbúgvingin á Tekniskaskúlanum í Klaksvík hevur býtt seg í tveir bólkar nú grundskeiðið er liðugt, annar bólkurin er í praktik og hin bólkurin er á skúlanum og gerð mat til ymiskar stovnar og skúlar, hetta tekur 10 vikur, 5 vikur á skúlanum og 5 vikur í praktik, har næmingar royna seg á Sjúkrahúsum, Ellisheimum, Gistinarhúsum, Matstovum og á øðrum støðum, har matur verður gjørdur og borðreiddur.
Leygardagin vóru so nakrar av næmingum og royndi seg sum smyrjubreyðsjomfrúir og tað gekk avbera væl. Smyrjubreyðini blivu seld á Luksus Loppum í KÍ høllini og øll smyrjubreyðini blivu seld og tað besta, so fingu tey bara rósandi orð frá kundunum, tí smyrjubreyðini smakkaði avbera væl.
Nýtt skeið verður í august og tá hevur tú møguleikan at fara á skúlabonk aftur. Freistin at søkja inn á Matvørudeildina er 15. mars, meira um skúla, klikk her, “Matvøruútbúgvingin – Tekniski skúlin í Klaksvík”.
Her narkar myndir, sjá herundir.
SáH