NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Marjun: - Fólk fegnast at sleppa aftur í kirkju

26/1/2022

Comments

 
Picture
- Fólk hava veruliga ynskt at sleppa aftur í kirkju. At vera til gudstænastu er nakað, sum tey eru von við, og tey duga illa at vera hana fyriuttan. Nú kundu tey frøast aftur, sigur Marjun í Kálvalíð, prestur í Vágum.

Orð: Snorri Brend.

GUDSTÆNASTA: En-di-li-ga!
Hjá mongum mundi tað kennast hugaligt at vakna gjáramorgunin, við at tey hoyrdu kirkjuklokkurnar kalla inn til gudstænastu kring oyggjarnar.

Soleiðis hevur ikki verið í kirkjunum síðani í desember í fjør. Hetta førdi so aftur við sær, at gudstænastur hvørki vórðu hildnar á jólum, um nýggjársleitið ella í januar. Ikki fyrrenn í gjár, sunnudagin 23. januar, kundu kirkjudyrnar lata upp aftur.

Ein teirra, sum fegnast um hetta, er presturin Marjun í Kálvalíð, sum í gjár hevði gudstænastu í Sørvági.

Hetta mundi helst vera eitt, sum kirkjufólkið sá fram til, tí veruleikin er, at tey ikki hava verið í kirkju her síðani 2. jóladag í fjør, tá deknagudstænasta var.

- Jú, eg haldi eg fólk vóru sera fegin. Fleiri teirra søgdu beinleiðis, at tey høvdu saknað at kunna fara í kirkju aftur, segði Marjun í Kálvalíð við Kringvarpið, tá tíðindakvinnan, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen tosaði við hana í tíðindasendingini í gjárkvøldið.

- Henda tíðin hevur verið rættiliga tómlig, sigur presturin.

SETTUST IKKI AFTUR
Tá Marjun kom til kirkjuna í Sørvági, merkti hon beinanvegin hesa gleðina um at síggja aftur andlitini á øllum kirkjufólkinum.

Eitt annað, sum hon legði merki til var, at tað haraftrat vóru rættiliga nógv fólk, sum komu í kirkju.

- Eg hevði kanska væntað, at onkur teirra fóru at setast aftur vegna høgu korona-tølini, og at tey tí ikki tordu at koma í kirkju.

- Men eg vil tó siga, at tað í roynd og veru vóru fleiri fólk í kirkju enn vanligt. Tað var ordiliga deiligt at síggja tey øll, sigur Marjun.

Fyri hana er lítil ivi um orsøkina til, at so mong høvdu leitað sær til gudstænastuna gjáramorgunin:

- Tað er sjálvandi hetta, at ein nú umsíðir slapp inn í tað kirkjurúmið, sum ein er uppvaksin í, um ein kann siga tað so. Her hevur tú sitið á tínum fasta sessi í mong ár, men at tú so knappliga føldi, at kirkjuhurðin á ein hátt hevur verið stongd fyri tær.

- Jú, hetta var ein góð løta, slær Marjun í Kálvalíð fast.

LØGIÐ AT SITA HEIMA
Fyri allar prestarnar í fólkakirkjuni hava hesi seinastu tvey árini somuleiðis verið øðrvísi og serstøk, men ikki minst avbjóðandi.

- Ja, henda tíðin hevur verið rættiliga tómlig hjá okkum, fyri at siga tað júst sum tað er.

- Sært tú, - hjá einum presti hevur tað verið undarligt, at hann ein sunnumorgun bara situr heima við hús og lurtar eftir eini gudstænastu í útvarpinum ella tú hyggur eftir henni í sjónvarpinum.

- Ein slíkur dagur fer mestsum bara framvið, og tú hevur ikki verið nakrastaðni, hvørki í kirkju ella á møti. Jú, tað hevur verið sera løgið, greiðir Marjun frá.

Og hon leggur aftrat:

- Eg veit ikki, um man kann siga tað so, men man hevur líkasum følt seg eitt sindur arbeiðsleysan eina slíka løtu.

Frammanundan eini og hvørjari gudstænastu brúkar ein prestur nógva tíð til fyrireiking av prædikuni, øllum tí sum lesast skal og eisini tað at skula velja sálmarnar til dagin.

- Og nú hevur altso einki verið av slíkum í eina tíð. Men nú byrja vit aftur, slær hon fast.

MÁ IKKI HENDA AFTUR
Sunnudagin 23. januar var aftur skipað so fyri, at kirkjuklokkurnar ringdu sum vanligt og fólk streymaðu í kirkju. Hetta var avgjørt nakað, sum kirkjufólkið fegnaðist um og gav úttrykk fyri við prest.

- Fleiri teirra søgdu, hvussu gott tað var at tey umsíðir kundu sleppa aftur í kirkju. Onnur vóru meiri avgjørd og søgdu beinleiðis, at kirkjuligu myndugleikarnir ikki á nakran hátt máttu steingja kirkjurnar aftur.

Marjun greiðir frá, at gudstænastan byrjaði klokkan 11, men at fólk vóru møtt í góðari tíð frammanundan.

- Eg var í góðari tíð í Sørvági, og mín sann um tað ikki eisini vóru fleiri av kirkjufólkunum, sum møttu fyrri, foldaðu sínar hendur og takkaðu fyri at gudstænasta var aftur, sigur Marjun í Kálvalíð.

Fólkakirkjan

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.