Í hesum sambandi gevur Posta út nýtt frímerki 14. januar 2022.
Tann 14. januar 2022 kann Margreta drotning II hátíðarhalda, at hálv øld er liðin, síðani hon gjørdist drotning.
Posta gevur í sambandi við hátíðardagin út eitt smáark, har Margreta drotning II situr framman fyri Kirkjubømúrin. Drotningin er í føroyskum klæðum, og kring hana er grønur bøur og blátt hav. Á henda hátt vísir smáarkið tokka hennara til Føroyar, og føroyska søgu, mentan og náttúru.
Stóri áhugin, sum Margreta drotning II hevur víst Føroyum og føroyskari mentan, hevur havt stóran týdning fyri góða umdømi hennara í Føroyum. Hóast øll ikki eru samd um, hvønn týdning kongshúsið eigur at hava í dag, so ber illa til at hava annað enn virðing fyri einari drotning, sum hevur lært seg føroyskt mál og føroyskan dans. Harumframt ber hon føroysku klæði síni við stoltleika, og hon hevur dygt innlit í føroyska list og man hava vitjað so at siga hvønn krók í landinum.
Eingin av kongunum undan henni hevur vitjað í Føroyum so ofta sum hon, og hóast vitjanirnar hava verið mangar, so er Margreta drotning II líka vælkomin á føroyavitjan í dag, sum hon var fyri 50 árum síðani.
Viðurkendi norski listamaðurin, Martin Mörck hevur sniðgivið og myndrist smáarkið.
Les áhugaverdu søguna um frímerkið á www.stamps.fo
Posta