Svimjihøllin bleiv kritisera, at ongin lívbjargari var í høllini, tá ið óhappið hendi, men mannagongdin higartil hevur verið. At um ein skúli leigar høllina, so tekur leiðarin ímóti teimum og gevur síðani ábyrgdina av børnunum til lærarnar og ein gongur út frá, at lærarnir sum ansa børnunum, hava førleikar til at ansa børnunum, segði Torkil Mørkøre til Kringvarpi í tíðindasendingini á døgurða.
Tílík eigur ikki at henda, men tað hendir og ein kann ikki verja seg fyri øllum, men tað eru nógvar svimjihøllir í Føroyum og skulu nú allar Svimjihøllir í Føroyum hava lívbjargara frá kl. 08.00 á morgni og til seint á kvøldið, so ferð tað at kosta nógv fyri Kommunar.
Kringvarpið tosaði við Svimjihøllina í Gundadali og har hava tey lívbjargarar ígjøgnum allan dagin, men eg rokni ikki við, at allar svimjihallirnar runt Føroya land hava lívbjargarar, hvørja ferð skúlarnir læna høllirnar. Tað má krevast, at lærarnir, sum hava svimjing í skúlanum, hava tey neyðugu krøvini til at læra og ansa okkara børnum í svimjuhøllunum. Tað kann ikki vera ábyrgdin hjá einari svimjihøll ella leiðarnum í einari svimjihøll.
SáH