
Tá ið eg kom heim. Ja, so var man bombaður niður av mínum mótstøðufólkum á Facebook, har teir niðurgjørdi øll Fólkafloksfólk uppá tað grovasta. Ein sum kallar seg Jóanis Christiansen og sum er frá Klaksvík, skrivar soleiðis "Fólkaflokkurin er nú ikki kendur fyri at keypa, rætt hevur tú, teimun dama best at stjala"
Langt úti, at vaksnir menn skriva tílíkt, men tað er fyri hansara rokning.
Eg vil takka Anniku Olsen fyri hennara arbeiðið í Fólkaflokkinum. Vónandi kemur hon aftur og nú er tað uppá tíðina, at vit fara at gera onkrar broytingar í flokkinum.
SáH