NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Málið um tey homoseksuellu

2/3/2016

Comments

 
Billede
Tað er ein sannroynd, at fleiri føroyingar stuðla homoseksualiteti fult út. Hesi eru vorðin upplýst um homoseksualitet og lærd hvørji rættindi eiga, at fylgja við homoseksuella lívsstílinum. Síðstu fáu árini hevur homoseksuella rørslan veruliga fingið fastatøkur í landi okkara. Kravd homoseksuel rættindi hava framleitt eitt stórt politiskt mál, sum fyllir nógv í sálini hjá føroyska samfelagnum.

Eg haldi ikki, at homoseksuellu krøvini og eftirfylgjandi lógarsmíð- og lógarbroytingar eru reiðilig. Og eg eri sannførdur um hetta, at avleiðingarnar verða óbótaligar fyri alt føroya fólk, sum heild. Men ráðgevarar og stuðlar teirra homoseksuellu hava spent sálir teirra á uriaspostin, at kríggjast ímóti Gudi. Eg vóni ikki, at hesin lítli minnilutabólkurin hevur hug til politiska misbrúki, sum nú er. Nei, homoseksuella málið er og verður eitt skitið og tvitið politiskt mál.

Við hollum stuðli úr Bíbliuni, eri eg persónliga sannførdur um hetta, at politisku krøvuni í homoseksuella málinum, hava við sær eitt sera álvarsligt systemfráfall. Talan er um eitt vandamikið bíbilskt fráfall, sum kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri alt fólki. Tí, um hægsti myndugleiki okkara fer at smíða og seta í gildi almennar lógir, ið beinleiðis vraka universellu fundamentini í Bíbliuni, tá er tað skylda mín, at siga frá og prædika sannleikan fyri øllum.

Bíbliutrúgv kristin eru ikki merkt av trongskygni, men eru altíð fús – við kærleika og trúfesti, at ávara øll fólkasløg, tá álvarsom mál stinga seg upp, ið føra við sær óhepnar andaligar avleiðingar fyri alla mannaættina.

Vert er at vita, at orðsins gerarar eru merktir av gleði og ikki tvingsli. Fríi vilji okkara, at taka ímóti bíbilskum ráðum, er eitt avgerandi element í umvendingartilgongdini, ið førir til himmalin. Um hin bíbilski ráðgevarin ikki verður hoyrdur og bíbliunnar grundvøllur vrakaður, tá rekur samfelagið beint inn í eina forherðingstilgongd, ið førir til helvitis.

Tit, ráðgevari mín er Bíblian t.e. orð Guds. Og persónliga stúri eg ikki fyri torførum og avbjóðandi spurningum. Mangir ósvaraðir spurningar hava verið upp ígjøgnum tíðirnar. Men eg trúgvi, at Gud er mentur, at svara øllum ósvaraðum spurningum til fulnar. Og okkara samtíð, er einki undantak í so máta. Tað er vón mín, at tit loyva Gudi, at sannføra hjørtu tykkara og soleiðis taka ímóti guddómligu sannleikum Hansara um hesi álvarsligu viðurskifti. Og at tit søkja andaliga hjálp frá Harra og frelsara okkara í góðari tíð, so tit kunnu verða frelst.

Fyri hálvum triðja ári síðan, legði eg eina kristna blaðgrein út á portalarnar undir heitinum, ”Orð hins livandi Guds um homoseksualitet.” Ætlan mín við almennu blaðgreinini liggur jú innbygd í sjálvum heitinum. Og snýr teksturin seg um bíbilskar sannleikar viðvíkjandi homoseksuellari praksis og lívsstíli og hvussu hesi kunnu verða frelst. Eg minnist, at onkur legði tekstin í blaðgreinini á Facebook og býtti um ”homoseksuel” við ”negarar” allastaðni í tekstinum. Og soleiðis royndi ein við politiskari ábreiðslu, at projektera óheppnar eginleikar á meg sum persón. Á ein sera villleiðandi hátt bleiv eg samanlíknaður við fólk, sum onga virðing hava fyri svørtum menniskjum. Eg bleiv dømdur, at vera rasist og menniskjahatari.

Eg haldi, at sosiologiska tvístøðan í homoseksuella málinum er hendan, at tá sjálvuppfostraðu stuðlarnir hjá teirra homoseksuellu fáa kristnan og konstruktivan kritikk, sum tey av røttum eiga at fáa um framleiðslu sína av heimagjørdari siðalæru, ið er smíða til egnan búk, er tað ikki óvanligt, at hesir stuðlarnir skifta til ein nógv meira aggressivan og einræðisstýrandi politikk. Við hesum útgangsstøðinum verða royndir gjørdar, at fáa følsk homoseksuell framíhjárættindini normaliseraði og viðurkend á politiska vígvøllinum. Inntil dags dato er hetta status í núverandi málið.

Slík mál føra við sær stórt trýst á fleiri tingfólk, sum ikki enn hava tikið støðu til málið. Fyri nøkur tingfólk framleiðir hin heldur viknaða kristna traditiónin í tingmentanini nakað av afturhaldi og í ringasta føri avgerðar- og handlingsloysi í slíkum málum. Eg vil tí eggja tykkum til, at halda fast um verandi virðir og ikki lata nakran villleiða tykkum. Men tingfólk sum liva fyri Kristus viðvirka ikki til fráfall frá orði Guds og smíða heldur ikki lógir ímóti Bíbliuni. Á ongum sinni!

Ein kristin trúarverji bleiv einaferð spurdur hendan spurning: ”Hví eru kristin fólk ímóti rasismu, men samstundis diskriminerandi ímóti teimum homoseksuellu?

Fleiri ferðir havi eg sjálvur fingið líknandi fordómsfullar og lúrutar spurningar í sambandi við trúboðan mína á gøtuni í Føroyum upp ígjøgnum árini.

Við íblástri úr livandi og elskuliga orði Guds, er eingin ivi um hetta, at etnisk diskriminatión er stór synd og sera órættvíst. Tí, bæði ættarband okkara og etnisitetur okkara t.e. móðurmál, mentan, átrúnaður og uppruni okkara, er heilagur í eygum Guds. Tískil mugu vit ikki gera okkum inn á ættarbond og ei heldur etnisitet hjá menniskjum. Bæði ættarband og etnisitetur okkara eru at rokna, sum heiløg gáva frá Gudi. Men eingin mannagjørdur sáttmáli verjir hesi heiløgu virðir meira enn Bíblian.

Á líknandi hátt, er kynslív ella seksualitetur okkara upprunaliga heilagur í eygum Guds. Í hesum samanhanginum loyvi eg mær, at varpa ljós á eina sera harmiliga andsøgn í homoseksuella málinum. Hetta verður lýst við at seta fylgjandi spurning til tann, sum setti hin fyrra spurningin:

”Hvussu kann tað bera til, at tey etnisku rættindini mestsum verða hálovaði av menniskjum, ið samstundis vanhalgað gudgivna kynslívið. Og sum enntá ætla, at smíða lógir, ið skulu síðustilla gudgivna hjúnabandið millum mann og kvinnu við aðrar út av lagi syndigar mannalærdómar, sum Bíblia okkara ávarar øll samfeløg ímóti at gera?”

Hjúnabandið setti Gud á stovn til hennara og hansara og er hjúnabandið tað mest heilaga bandið ella sambandið, sum til er. Tað eru hini fýra guddómligu kærleiksheitini, ið binda hitt heilaga hjúnabandið saman. Talan er um kærleika Guds, vinarkærleikan, foreldrakærleikan og hin romantiska kærleikan. Hjúnabandið er hin einasta gudgivna skipanin, ið bindur ferføldu kærleikar Guds saman, tað vil siga, 4 in 1. So fullkomið hevur Gud tilrættarlagt viðurskiftini millum mann og konu í hjúnabandinum.

Eg ætli mær ikki, at standa á síðulinjuni og hyggja at – meðan andalig blind menniskju, uttan himpr seta á stovn eitt alment mannagjørt hjúnaband. Slíkt má roknast sum eitt sera álvarsamt brot á hjúnabandslóg Guds. Og slík hjún verða ikki signaði við ferføldu kærleikum Guds. Tvørtur ímóti, lærir Bíblian okkum

Men tey sum hava gudsótta og virðing fyri Bíbliuni, skulu vita hetta, at Gud setir menniskjum góðar treytir og fyribyrgjandi forboð her í lívinum. Og viðvíkjandi hjúnabandinum, er tað forboðið, at umdefinerað, broyta ella slíta hjúnabandið og tilhoyrandi ferfaldu kærleiksskipan, ið er innbygdur partur í guddómliga líminum ímillum mann og kvinnu.

Í veruleikanum er talan ikki um eitt homoseksuelt politiskt mál. Slík mál eiga heldur ikki, at hoyra heima í nøkrum samgonguskjali. Og at leggja slík mál til hvønn einstakan tinglim, at avgerða, má roknast sum fólkaræðisligt ráðaloysi. Lat okkum heldur hækka støði og koma burturúr hesum sjálvtýnandi rákinum. Málið átti at verið niðurlagt. Um málið skal halda fram, er besta og sunnasta loysnin fyri føroysku tjóðina, at senda málið til fólkaatvøðu. Tí, slíkt gera vit lítið av í Føroyum í mun til aðrastaðni. Fyrstani tá kunnu vit staðfesta hetta, at tjóð okkara hevur talað, at meirilutin fer sín vilja og at avleiðingarnar liggja beinleiðis á fólksins herðum.

Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir og tá skulu menniskjuni vera hugmóðig, sigur Paulus við Timoteus. Tað vil siga, hástór menniskju sum eru uppblást í egoismu síni til, at liva í uppreistri ímóti Gudi. Søgan prógvar, at slíkur hugburður gongur til grundar innanífrá, men kann verða lívshættisligur fyri alla tjóðina, tá stórar fólkamongdir verða villleiddar í sjálvtýnandi meldurstreyminum. Orðtøk Sálomos staðfesta hetta at, “framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.”

Faroe Pride hjá LGBT er ein sera góð illustratión, ið lýsir bíbilska sannleikan væl, at framman undan falli gongur stoltleiki t.e. Faroe Pride í hesum førinum. Góði, hetta er mín persónliga ávaring til tín, um hvussu hættisligt tað er fyri teg persónliga, at liva lív títt í eini bíbilskt profetiskari “No Warning Process” har endin verður, at tú dettur oman og doyr – áðrenn tú gerst varðugur við endaliga fall títt í ævigum fortapilsi.

Til seinast fari eg at heita á tykkum øll, um at lata tey homoseksuellu fáa frið, at liva frælsa lív sítt í frælsa landi okkara. Tey mangla einki í hesum signaða landinum, tí homoseksuellu krøvuni eru ein illusión. Og lat okkum ikki fløkja hesar fáu og dýrabaru sálirnar inn í ein ógudiligan politikk og deyða religión og ósunna ideologi, ið ger mannasálir til trælir undir lógini. Tí, hesi eru eins og tit øll – partur í ævigu fyriætlan Guds – at verða frelst og sett í fullkomið frælsi. Lykilin til sálanna frelsu og eitt eftirfylgjandi sigrandi lív er JESUS!

Jesus er svarið uppá alt í lívi mínum. Amen!

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.