Hví bara vín og øl er kanska bara ein byrjan, man tað ikki blíva broytt til brennivín, vín og øl beinleiðis, tá ið uppskotið verður lagt fyri Løgtingi í nærmastu framtíð.
Eisini sleppa Bryggjarí og brennarí at selja teirra egnu vørur og tað haldi eg eisini er upp á tíðina. Tað tykist sera løgi, at man bryggjar sterk øl og hevur sølubúð, men fær ikki loyvið at selja sína egnu vørur, tí Rúsdrekkasøla Landsins skuldi selja tað fyri ein. Hetta stendur í samgonguskjalinum:
Matstovuvinnan fær loyvi at innflyta vín og øl beinleiðis. Bryggjarí og brennarí fáa loyvi at selja egna framleiðslu í
egnum sølubúðum.
SáH