Tilmælini siga í løtuni, at skeinkistøðini, dansistøðini skulu lata aftur klokkan 22:00, men eftir at skeinkistøðini, dansistøðini í Tórshavn byrjaði at lata aftur klokkan 24:00 ella seinni og tað hendi fyri fleiri vikum síðani, hava skeinkistøðini í Klaksvík eisini latið aftur klokkan 24:00 og soleiðis verður eisini á Norðoyastevnuni 2020.
Jacqson, Maverick og Roykstovan hava avgjørt í morgun, at vit øll lata aftur klokkan 24:00, sostatt einki náttarlív á hesari Norðoyastevnuni.
Tilmælini siga annars hetta, dagført 29. mai 2020:
* Eingir tónleikafestivalar áðrenn 30. august.
* Mælt verður framhaldandi til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur áðrenn ávís tíðspunkt. Landsstýrið arbeiðir við at útvega heimildir til at seta krøv fyri um neyðugt at kunna avmarka m.a. hetta virksemið.
* Summarstevnur kunnu vera undir skipaðum umstøðum og eftir vegleiðing frá Coronaráðgevingini.
Á tíðindafundinum fríggjadagin tann 29. mai hóttið løgmaður skeinkistøðini í Føroyum, at hann fór at seta eina lóg í gildu fyri at skeinkistøðini skulu stongja eitt ávís tíðspunkt og tann lógin skuldi setast í gildið í nærmastu framtíð, men enn veit ongin nakað um hetta kravið frá Bárður á Steig Nielsen.
Í løtuni frættist frá álíkandi keldum, at fleiri skeinkistøð í Føroyum hava opið til klokkan 04:00 fríggjanátt og leygarnátt, einamest í høvuðsstaðnum og Eysturoynni, men í Norðoyggjum hava skeinkistøðini stongt klokkan 24:00, men tað er sera óheppið, um ikki øll skeinkistøðini í Føroyum ikki stongja somu tíð, tí tað er kappingaravlagandi fyri okkum sum halda tilmælini ella tey sokallaðu tilmælini og sum ikki er nakað lógarkrav hjá okkum at halda.
SáH