Fyrsta Betesda varð bygt í 1917, á økið har Klaksvíkar Bókasavn stendur í dag. 11 ár seinni varð nýggjur bygningur bygdur á økið, har Betesda síðani hevur staðið, til tað í mars 2012 varð tikið niður. Í 1951 varð salurin longdur og í 1961/62 breiðkaður og kjallarin hækkaður. Nýggj krøv, víðkað virksemi, tað, at bygningurin var nógv brúktur og slitin, og at mong eru løgst afturat, hevur havt við sær, at tíðin nú var komin at byggja nýggjan og tíðarhóskandi bygning - til nútíðina og komandi ættarliðini.
Tíðin er nú komin at lata dyrnar upp og bjóða tykkum øllum inn at síggja og uppliva nýggju umstøðurnar. Skráin fyri dagin er hendan:
15:00 Vertir vísa gestum samkomuhúsið
18:00 Nýggja Betesda verður alment tikið í nýtslu
19:00 Felagssangur
Barnakórið
Kvartettin í Betesda
17 Sangarar Betesdakórið
Betesdakórið
21.00 Ung í Betesda
Vit gleða okkum til dagin og verið øll hjartaliga vælkomin!
Samkoman í Betesda