NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Løgtingið samtykt lógaruppskot um at byggja bústaðir til fólk við breki

19/4/2018

Comments

 
Billede
​Á tingfundi í dag hevur Løgtingið samtykt tvær lógir hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, sum fara at bøta munandi um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við breki. 

Talan er um at byggja tvey sambýli til fólk við menningartarni, og at byggja eitt búheim og umlættingarheim til børn og ung við autismu.

​Tey bæði sambýlini til fólk við menningartarni fara at hava størri og smærri íbúðir til 18 fólk hvørt. Annað verður bygt í Klingruni í Hoyvík. Hitt verður bygt á Mýrini í Hoyvík, og kemur í staðin fyri verandi sambýlini har, sum verða tikin niður.

Sambýlini fara at geva góðar og tryggar karmar, sum styðja undir, at fólk við menningartarni kunnu nýta sínar førleikar og gerast so sjálvbjargin, sum møguligt. Karmarnir styðja undir, at tey kunnu liva eitt vanligt lív, har familja og vinfólk koma á vitjan, uttan at hetta skal órógva restina av teimum, ið tey búgva saman við.
Hin verkætlanin er ikki minni spennandi og átrokandi. Talan er um at byggja eitt búheim og eitt umlættingarheim til børn og ung við autismu. Heimið fer at hava 6 búplássi, 6 umlættingarpláss og eitt dagtilhald til áleið 16 børn og ung, sum fer at veita ymisk stuðulstilboð í gerandisdegnum.
Búheimið og umlættingarheimið til børn og ung við autismu verður bygt í Kvíggjartúni á Argjum.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna er ómetaliga fegin um at lógaruppskotini eru samtykt.
“At vit nú kunnu fara at byggja nýggjar bústaðir, sum eru bygdir til endamálið, fer at geva hesum fólkum hóskandi karmar um privatlív og felagslív. Ein góður og tryggur bústaður er fyritreytin fyri at vera partur av samfelagnum, og at vit kunnu veita eitt gott og mennandi tilboð. Bústaðurin er grundarlagið undir sømiligari menniskjaligari tilveru, eisini hjá fólki við menningartarni, ” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.
“Fyri at børn við autismu og familjur teirra kunnu hava eitt nøktandi lív er í summum førum umráðandi, at tað almenna veitir hóskandi dagtilboð, umlætting og í ávísum førum bústað. Eg eri tí ómetaliga glað fyri, at vit nú loksins fara at kunna veita eitt gott tilboð til børn og ung við autismu,” sigur landsstýriskvinnan at enda.
Nú lógaruppskotini eru samtykt, verður farið undir næsta stig í verkætlanini. Arbeiðið verður bjóðað út, og væntandi verður farið undir at byggja í næsta ár. Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í búheimið og umlættingarheimið í 2021. Og ætlanin er at allar verkætlanirnar eru lidnar í 2023.
Byggiætlanirnar eru liður í samlaðu løguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum fram til 2022, sum skal fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðarkarmar í Suðurstreymi. Landsstýrið hevur sett 200 mió. kr. av í tíðarskeiðinum í løguætlanini til endamálið.

Kelda: Løgtingið
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.