løgreglan saknar vitnir til eitt harðskapsmál.
Hendingin fór fram sunnumorgunin hin 11. desembur millum kl. 00:00 & 01:00 á bil parkeringsplássinum á Skálatrøð í Havn, har ein eldri maður bleiv álopin av 3. unglingum. Maðurin ið var út fyri harðskapinum, er seinni kannaður av lækna, har staðfest var, at hann er vorðin skaddur sum avleiðing av tilburðinum.
Um nakar hevur sæð ella hoyrt eitthvørt á Skálatrøð um hettar mundið, vinaliga set teg í samband við løgregluna á tlf: 35 14 48 ella 114,
vaktleiðarin
Føroya Politi
G.g myndin er tilgjørd.