”Eg nýtti enn einaferð høvi at gera vart við, at Føroyar vilja gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum. Mín greiða fatan eftir fundin er, at finna Føroyar og Danmark eina skilagóða loysn, so vil Norðurlendska Ráðharraráðið ikki seta seg ímóti tí,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Á fundinum fyrrapartin umrøddu stjórnarleiðararnir millum annað talgilding, grøna orku og verðurlagsøkið. Eisini markaforðingar millum norðanlond vóru á skránni.
”Vit hava leingi havt avbjóðingar við at brúka føroysk koyrikort í Svøríki og Finnlandi. Hesa markaforðing vilja vit beina av vegnum. Afturmeldingarnar frá bæði svenska og finska forsætisráðharrunum vóru so mikið góðar, at eg vænti, at vit fáa hetta málið loyst, ” vísir løgmaður á.
Kelda: Løgtingið 23.05.2018