Leiklistaskúlin byrjar mikukvøldið 13. mai kl. 19:00 og endar við sjónleikarsýningum sunnudagin 17. mai kl. 16:00. Undirvíst verður soleiðis:
Mikukvøldið: Kl. 19:00 - 23:00
Hósdag - leygardag: Kl. 09:00 - 18:00
Sunnudag: Kl. 10:00 - 15:00
Skeiðini verða:
Leiklist: Hanne Jørna.
Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir.
At skriva til pall: Oddfríður M. Rasmussen.
Til skeiðið leiklist er pláss fyri 10 – 12 luttakarum, til leikstjórn í mesta lagi 10
luttakarum og at skriva til pall í mesta lagi 6 luttakarum. Ætlanin er at hava eitt stutt
skeið í pallsmíð eitt kvøld, har allir luttakararnir hava møguleika at luttaka.
Gjaldið fyri undirvísing, kost og vistarhald er:
Fyri limir í limafeløgum MáF’s: Kr. 1.500,-
Fyri tey, sum ikki eru limir: Kr. 2.200,-
Áhugaði kunnu lesa meir um leiklistaskúlan og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni
hjá MáF www.maf.fo undir “Tiltøk”. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á
konto í Eik Banka: 185 132 4 í seinasta lagi 13. apríl 2015.