Klaksvíkar Kommuna leigar ein part av Dávavirkinum fyri 25.000,00 kr. um mánaðin umframt hita og ravmagn, er tað rímuligt?.
Mín meining er tann, at tað er ein alt ov høg leiga fyri tað í Kommunan fær aftur fyri pengarnar. Nú veit eg ikki, hvat eigarin av Dávavirkinum keypti húsið fyri, men sum eg minnist, so var tað ein sera lítil upphædd og tað man hava verið eitt sera gott keyp, tá ið Klaksvíkar Kommuna hevur er ein av leigarnum og í framtíðini fíggjar bygningin fyri stór leigu, tí leigumálið er ikki alt Dávavirkið, men bara ein partur av Dávavirkinum. Onnur feløg leiga eisini í bygningum, so Dávavirkið kann kallast sum ein pengamaskina í løtuni.
Í frágreiðini um málið, sum bleiv samtykt á almenna býráðsfundinum mikudagin, verður sagt, Tingingar hava verið við leigara um møguligt minni leigumál og tilsvarandi minni leigugjald – hetta í
sambandi við leingjan av verandi leigusáttmála á Dávavirkinum, sum gongur út 1. januar 2019. Tó eru vit ikki komin á má við at skerja leigumálið og tískil verður leigugjaldið hetta:
Leigugjaldið, sum verður goldið tann fyrsta í hvørjum mánað, er kr. 20.000,- + MVG umframt hita og ravmagn. Fyri ravmagnsútreiðslur rindar leigari sambært serskildum el-mátara.
Samgongukvinnan Beinta Klakstein stemmaði ímóti
Tað glógvaði í einum Býráðspolitikkara mikukvøldið og tað var Beinta Klakstein, sum situr í samgongu við Jógvan Skorheim, hon stemmaði ímóti, øll hini stemmaðu fyri, hví skilji eg ikki, her viðmerkingini frá Beintu Klakstein um leigumálið:
Ein minniluti, Beinta Klakstein, tekur ikki undir við tilmælinum men mælir til, at virksemið verður í øðrum hølum hjá kommununi, og at leigusáttmálin ikki heldur fram.
Sostatt fekk eigarin av Dávavirkinum 600.000,00 kr. í lumman mikukvøldið, gott at kenna tey ið hava makt í Klaksvíkar Kommunu.
SáH