Hvussu skal eg gera?
Skøran skal takast upp við rót - um hetta ikki letur seg gera, skal hon skerast av niðri við rótina, koyrast í ein posa og burturbeinast. Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, tí er tað eisini neyðugt at fara útum egið stykkið at skera og royna at fáa alla skøruna burturbeinda.
Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna, so fær rótin ikki føði og doyr.
Burturkastið skal út í Endurnýtsluna hjá kommununi, har ein bingja er sett til endamálið.
Heitt verður á borgarar um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum møguligt fylgir við plantuni, tá ið hon verður burturbeind.
Veðurlagið er til vildar hesar dagar, og tí skal átakið við at burturbeina hesa plantu raðfestast nú.
Klaksvíkar Kommuna