Løgreglan svaraði aftur og skjeyt Stephen Paddock til deyðis.
Løgreglan sigur, at 64 ára gamli Stephen Paddock ikki hevur framt nakað brotsverk í fortíðini og arbeitt verður nú við, at avhoyra fólk, sum hava tilknýtt til mannin. Eitt verður Marilou Danley avhoyrd av løgregluni, tí hon skal hava havt samband við 64 ára gamla Paddock.
Løgreglan meinar heldur ikki, at álopið hevur nakað samband við IS ella líknandi terroristbólkar og arbeiðir støðugt við málinum í løtuni.
JáH (y) 02.10.2017