
Í morgun var Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum á vitjan hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra. Við sær hevði hann gávu úr Japan, har hann sjálvur vitjaði í farnu viku.
Tá uttanríkis- og vinnumálaráðharrin vitjaði í Tokyo í farnu viku, hitti hann Kazutaka Sangen, borgarstjóra í Taiji, sum í januar skrivaði undir vinarbýaravtalu við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu. Her fekk Poul Michelsen gávu handaða at hava við til Føroya at geva borgarstjóranum í Klaksvík. Talan er um vakrar og siðbundnar japanskar knívar at flensa við, og í pakkanum vóru knívur til Klaksvíkar kommunu og knívar at geva Grindamannafelagnum.
Sostatt er mentanarliga útvekslingin millum nýggju vinarbýirnar komin væl og virðiliga frá byrjan, tí í samband við, at vinarbýaravtalan varð undirskrivað, fingu umboðini úr Taiji ein føroyskan grindaknív í gávu frá Býráðnum.