Beint fyri páskir var landsstýrismaðurin í Tokyo og undirritaði samstarvsyvirlýsing millum Føroyar og Japan við Takako Suzuki, ráðharra fyri uttanríkismál. Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvið millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a.
“Vit undirskrivaðu samstarvsyvirlýsing við Japan fyri sløkum mánaði síðan, og eg fegnast um, at longu at hava havt høvið at hitt japanska ráðharran fyri útflutningsframa, har lunnar vóru lagdir undir at fremja samstarvið í verki”, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin sær nógvar góðar møguleikar í samstarvinum við Japan, eisini á vinnuliga økinum, og í tí sambandi kann møguliga gerast viðkomandi við føroyskar luttøka í Expo 2025, har tað í løtuni verður arbeitt við ætlanum um felagsbás fyri Norðurlond.
Uttanríkis- og mentamálaráðið