Seinnapartin í gjar var fundur millum Karl Johansen, borgarstjóra, og Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum. Evnið á fundinum var serliga kunning um arbeiðið við mentanarhúsinum, sum eftir eftir ætlan skal standa klárt við árslok 2022.
Á fundinum fekk landsstýrismaðurin eina framløgu frá Dáva Winther, mentanarleiðara, um tilgongdina og hugskotið til Mentanarhúsinum, umframt at hann fekk holla kunning um verkætlanina og sostatt innlit í fíggjarviðurskiftini og tíðarætlanina. Somuleiðis fekk Jenis av Rana møguleika at síggja mentanarhúsið í ‘virtual reality’ brillum, soleiðis at hann sjálvur fekk stýrt tí, sum hann vildi síggja. Harvið fekk hann møguleika at síggja allar møguleikarnar og hentleikar, sum komandi mentanarhús í Klaksvík kann bjóða.
Jenis var sera hugtikin av, at arbeiðið var komið somikið væl áleiðis. Eitt evni á fundinum var stuðul, har partarnir fingu umrøtt møguleikan, at fáa løgtingið at játta stuðul til verkætlanina, sum ikki einans verður ein mentanarháborg for Klaksvík, men fyri allar Føroyar.
Klaksvíkar Kommuna