NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Landsstýriskvinnur ­samdar um átak at lofta og hjálpa ungum við týðandi sálarligum, sosialum og rústrupulleikum

7/6/2018

Comments

 
Billede
​Á fundi í Mjørkadali fyrrapartin í gjár skrivaðu landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Rigmor Dam undir yvirlýsing um at samstarva um tvørgeiraligt átak at lofta og hjálpa ungum, sum hava umfatandi og samansettar sálarligar, sosialar og rústrupulleikar.

Landsstýriskvinnan í almannamálum fekk í apríl í ár handað tilmælið “Megna títt lív”frá einum arbeiðsbólki við umboðum fyri Almannamálaráðið, Heilsu- og innlendismálaráðið, Almannaverkið, Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og Kriminalforsorgini.

Í tilmælinum verður víst á, at tilboðini til hesi ungu tróta ikki í Føroyum og er ein av høvuðsboðskapunum, at vit eiga at gagnnýta verandi tilboð. Hinvegin er tørvur á, at onkur loftar teim ungu og samskipar tilboðini, sum tey ungu fáa.

Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at landsstýrið fer undir eitt skipað tvørgeiraligt átak, har hvør myndugleiki sær átekur sær sín leiklut og sín part av umfatandi uppgávuni at lofta og hjálpa hesum ungu.

Taka undir við tilmælinum

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen ætlar at fylgja tilmælinum frá arbeiðsbólkinum um at skipa eitt tvørfakligt og matrikul leyst toymið undir Almannaverkinum, sum burturav skal arbeiða mið- og stigvíst lofta og hjálpa hesum ungu.

Uppgávan hjá Toyminum verður at fáa og varðveita samband við tey ungu og at virka sum bindilið millum tann unga og teir stovnar/myndugleikar, sum veita viðgerð og tænastur.

Toymið skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd saman við tí unga og avvarðandi myndugleikum og stovnum. Ætlanin skal gerast við støði í lívsstøðuni, tørvinum og ynskjunum hjá tí unga og skal fevna um:
  • bústað,
  • luttøku á arbeiðsmarknaðinum
  • skúlagongd og útbúgving
  • heilivágur/psykiatrisk viðgerð/sálarfrøðilig viðgerð
  • viðgerð fyri rúsdrekka-/rúsevnamisnýtslu
  • fíggjarviðurskifti
  • sosial sambond og frítíðarítriv

Samstundis ásannar landsstýriskvinnan eisini, at hesa uppgávuna mugu fleiri partar loysa eins og víst verður á í tilmælinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum taka eisini undir við tilmælinum og fara at gera sítt til, at tey ungu fáa hjálp.

Tær tríggjar landsstýriskvinnurnar eru samdar um, at hesi ungu fólkini ikki røkkast við siðbundnum arbeiðshættum. Tí vilja tær tríggjar arbeiða fyri, at “systemini” latast upp og fara út har borgarin er. Í viðmerking siga landsstýriskvinnurnar: 

“Tað eru ov nógv dømi um, at persónar sum hava tørv á hjálp mugu brúka óneyðuga orku uppá at finna systemið, sum hevur ábyrgd av at veita hjálpina. Vit mugu venda tí á høvdið. Systemini skulu latast upp og finna hesi ungu, sum av ymiskum orsøkum ikki megna at taka hond sum seg sjálvan”.
Gongst sum ætlað verður farið undir hetta í heyst.

Tilmælið kann takast niður her.

Kelda: Løgtingið 07.06.2018

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.