NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Landsbyggifelagið fimti ár

2/4/2014

Comments

 
Picture
- Landsbyggifelagið er ein hollur samstarvspartur hjá Tórshavnar kommunu. Felagið er – og hevur verið – partur av flestu av teimum størstu verkætlanunum í kommununi, antin sum ráðgevi ella sum partur av einum arbeiðstakaratoymi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu síni á fimti ára føðingardegnum hjá Landsbyggifelagnum í gjár.

- Nógv vatn er runnið í ánna síðani Landsbyggifelagið var sett á stovn fyri 50 árum síðani. Føroyska samfelagið hevur hesi árini verið fyri eini rúkandi menning hvat viðvíkur útbygging av samferðslu kervinum. Tunlar, brúgvar, vegir og havnir eru bygdar runt landið. Og Landsbyggifelagið hevur verið við í nógvum av hesum verkætlanum. 

- Stovnarnir av Landsbyggifelagnum høvdu sínar røtur hjá Landsverkfrøðinginum har teir arbeiddu saman og kendust væl. Jógvan á Lag, Pauli Andreasen og Kristian Jensen vóru nýskapandi menn, sum sóu tørvin á einum ráðgevara felag og stovnaðu tann 1. apríl 1964 Landsbyggifelagið, sum seinni hevur broytt navn til LBF. 

- Tá Landsbyggifelagið var stovnað var lítil gongd í útbyggingum í Føroyum. Nevnast kann, at á fíggjarlógini í 1964 vóru avsettar 6,3 mió. kr. til vegir, havnir og lendingar. 

- Ferð kom av álvara á útbyggingina av samferðslukervinum í 60´inum og 70´inum. Hetta var áðrenn “teldutíðina” so útrokningar vórðu gjørdar í høvdinum og allar tekningar teknaðar við hond. Soleiðis var eisini hjá Landsbyggifelagnum har teldan ikki var nýtt, sum arbeiðsamboð fyrr enn í miðskeiðis av 80´inum. 

- “Tit byggja land”. Seinastu 50 árini hevur Landsbyggifelagið staðið fyri umleið 1700 verkætlanum. Mær hevur latið frætt, at fyrsta verkætlanin hjá Landsbyggifelagnum var at gera eina garagju í Havn. Men skjótt gjørdust uppgávurnar størri og hava tit seinastu 50 árini veruliga verið við at byggja Føroyar. 

- Vegir, havnir, tunlar, brúgvar, útbygging av flogvøllinum, tyrlupallar, farstøðir, bygningar og vatnorkuverk eru alt verkætlanir har Landsbyggifelagið hevur havt ein virknan leiklut. Ja! Landsbyggifelagið hevur verið við í so nógvum av hesum verkætlanum seinastu 50 árini, at felagið má sigast at vera ein partur av føroyskari samferðslu søgu. 

- Men Landsbyggifelagið hevur ikki einans verið við í føroyskum verkætlanum. Felagið hevur saman við MT Højgaard verið við í eini námsvinnu verkætlan í Grønlandi. Í hesum sambandi hevur felagið verið við, at gera tríggjar forkanningar í sambandi við útvinningarverkætlanir. Uppgávan hjá Landsbyggifelagnum hevur verið at tikið sær av øllum, sum hevur havt við vegagerðirnar at gera. 

- Eitt vælútbygt samferðslu kervi er ein fortreyt fyri kappingarføri og evnunum at tillaga seg sum samfelag. Eitt vælútbygt kervi hevur fyrst og fremst alneyðugan týdning fyri vinnulívið, útboðið av arbeiðsplássum, búsetingarmynstri, trivnaðin og menningina í einum samfelag. Í Tórshavnar kommu eru við sera tilvitað um týdningin av einum væl útbygdum samferðslukervi. 

- Í dag hava 86 % av føroysku borgarunum fast vegasamband við høvuðsstaðin. Hetta er eisini neyðugt. Tí, bera vit okkum saman við útheimin, eru Føroyar ein útjaðari, og tí er neyðugt við í minsta lagi einum staði, ið hevur somu tilboð, tænastur og veitingar sum umheimurin. Neyðugt er at hava ein stórstaðardám til tess at fáa og fasthalda skikkaða arbeiðsmegi í Føroyum. Tórshavnar kommuna hevur hendan stórstaðardám í dag og arbeitt verður støðugt vit at flyta okkum frameftir. 

- Landsbyggifelagið er ein hollur samstarvspartur hjá Tórshavnar kommunu. Felagið er – og hevur verið – partur av flestu av teimum størstu verkætlanunum í kommununi, antin sum ráðgevi ella sum partur av einum arbeiðstakaratoymi. Eg kann sum dømi nevna: Útbyggingina av havnaøkinum í Oyrareingjum, atløgubryggjan hjá Norrønu, teir stóru nýmótans skúlarnar í kommununi: Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Argjahamri, og aðrar stórar verkætlanir so sum fimleikarahøllin Fimi, Boðanesheimið, Glyvursvegurin, og nú Brúgvin um Sandá.

- Vinnuligt virksemi er fortreytin fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu. Eins og eitt væl ment samferðslukervi er fortreytin fyri, at fólk og vinnulív fáa skapt hendan vøkstur. Landsbyggifelagið er eitt arbeiðspláss sum eftirspyr væl lærd starvsfólk. Hjá Landsbyggifelagnum starvast í dag verkfrøðingar, byggifrøðingar, teknarar, landmátarar, umframt starvsfólk í umsitingini. Talan er sostatt um “vitanar arbeiðspláss” sum kann draga væl lærd fólk til Tórshavnar kommunu. At slík arbeiðspláss finnast í kommununi er av alstórum týdning fyri framburðin hjá kommununi. 

- Góðu tit í Landsbyggifelagnum. Tað er mær ein æra at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 50 ára føðingardegnum. 

- Tórshavnar kommuna er fegin um at hava eina fyritøku – og eitt arbeiðspláss - sum tykkum í kommununi. Takk fyri at tit støðugt vísa árræði, hug at bróta upp úr nýggjum og vísa vegin at flyta býin enn longur fram á leið. Takk fyri góða samstarvið, góða ráðgeving og altíð væl úr hondum greitt arbeiði.

- Vit trúgva uppá eina framtíð við nógvum spennandi virksemi, tí hava vit eisini frameftir brúk fyri fyritøkum sum tykkara. Eg fari at enda við at ynskja LBF blíðan byr, við ynski um gott samstarv um spennandi uppgávur eisini í framtíðini, segði Heðin Mortensen at enda.

Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.