Ølspælið gongur út uppá at koppa blikkinum á miðjuni og so skjótt sum blikkið er koppa, so skal man skunda sær at drekka sínar øl. Hitt liðið skal fáa blikkið uppá pláss aftur skjótast gjørligt og so er ikki loyvt at drekka øl, fyrrenn blikkið er koppað aftur. Tað liðið sum er liðugt fyrst at drekka sínar øl vinnur.
Tá Norðoya Portalurin var og tók myndir ídag, sá út sum, at Pink liðið hevði lagt seg á odda, men Skupunarhagen var beint í hølinum á teimum.
Hvat úrslitið bleiv vita vit ikki, men nakrar øl fóru niðurum :) Her myndir frá spennandi dystinum, sjá niðanfyri
SáH