Tað er eisini sera óheppi fyri fólk, sum arbeiða á landið, at tunnilin verður stongdur kl. 18.00 - tí mong náa ikki hetta og vera tískil noydd at bíða eftir arbeiðsmonnum í tunnilin til klokkan verður 20.00, tá koyrandi aftur verður forbí.
Landsverk hevur áður verið og arbeitt uppá Kunoyartunnil og sigast má, at kunoyarfólk er eitt ógvuliga tolið fólkaslag - tí tá á sinni arbeiddu teir í góð tvey ár (give or take) uppá tunnilin. Hesa ferð lovar Landsverk, at arbeiðið fer at taka góðar 4 mánaðir, men slíka søgu hava kunoyarfólk hoyrt fyrr.
Soleiðis skrivar Landsverk á teirra heimasíðu:
Kunoyartunnilin
Í sambandi við trygdar- og eftirlitsarbeiði í Kunoyartunlinum verður tunnilin stongdur komandi fýra mánaðarnar frá 25. mars frá kl.18 á kvøldi til 02 á nátt. Bilar sleppa ígjøgnum kl. 20, 22 og 24. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa ígjøgnum tunnilin. Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.
So búgvandi í Kunoy, sum eg sjálvur eri - so má eg vísa varsemi - men so sanniliga eisini tolsemi. Vit á Norðoya Portali hava skriva til Landsverk og spyrja um eina nærri frágreiðing yvir - hví Landsverk endiliga byrjar nú at arbeiða uppá tunnilin og hví ikki arbeitt varð í vetur ..!
JáH (y) 25.03.2015