
Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við Atlantic Airways, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á +298 21 37 30 ella +298 21 37 03. Tað kann eisini vera hent hjá fólki, ið skulu ferðast til Føroya næstu dagarnar, at venda sær til sítt tryggingarfelag. Tey, sum er stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt.
Ert tú føroyingur, sum býr í Føroyum, men ert uttanlands og hevur aðrar spurningar, ber til at ringja til Borgaratænastuna hjá Uttanríkistænastuni +298 30 40 20.
Meira fæst at vita um, hvussu tú eiga at bera teg at, tá ið tú ert komin heim, á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.
Hevur tú sjúkueyðkenni, eigur tú at ringja til læknavaktina á 1870.
Viðvíkjandi ferðing uttanlands annars, verður víst til ferðaleiðbeiningina.
Mentamálaráðið