NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

KUNNING FRÁ KIRKJURÁDNUM. Farið á val ídag.

6/11/2017

Comments

 
Billede
​Kirkjuráðsvalið 2017
Áheitan á kirkjufólkið í Klaksvíkar sókn um at fara á val, nú tað skal veljast nýtt kirkjuráð til Christianskirkjuna í Klaksvík.
Føroyska fólkakirkjan er skipað á fólkaræðisligum grundarlagi, og komandi týsdag verður kirkjuráðsval í Føroyum, har kirkjuráð verða vald til at stýra teimum ymsu kirkjunum eins og at hava sína ávirkan á, hvussu fólkakirkjan skal virka komandi fýra árini.
Kirkjuráðsvalið her í Klaksvík verður hesaferð søguligt við tað, at tað fyrstuferð í fleiri áratíggju ella í næstan hundrað ár er bert ein listi, sum stillar upp til kirkjuráðsvalið.
Í øllum førum hava tað verið tveir til fýra listar, ið hava stillað upp til kirkjuráðsval í Klaksvíkar sókn árini 1953 – 2013, t.v.s. til 16 kirkjuráðsval.
Síðani byrjað varð at føra kirkjuráðsfundirnar inn í bók í 1905 vita vit bert um eina ferð fyrr, at tað hevur verið ein listi til kirkjuráðsvalið her í Klaksvík, og tað var í 1921, meðan tað er óvist, hvussu var kirkjuráðsvalini 1933 – 1949.
Verandi kirkjuráð og fólk, ið vóru stillarar til seinasta kirkjuráðsval í Klaksvík avgjørdu í heyst, at hesaferð skuldu vit royna at stilla upp á einum lista til kirkjuráðsvalið, og varð tað samtykt. Stillað var upp soleiðis, at valevni og stillarar vóru vald frá teimum tveimum listunum, ið vóru til seinasta val og so eru eisini onnur komin aftrat, bæði sum valevni og stillarar.
Tað er tí við gleði, at verandi kirkjuráð hesaferð kann heita á kirkjufólk her, t.v.s. tey ið eru doypt, vorðin limir í fólkakirkjuni og hava valrætt í sóknini, Ánunum, Klaksvík og Norðoyri, um at fara á val og velja eitt av valevnunum á listanum, nú kirkjufólkið er vorðið samt um at standa saman um ein lista, har 18 valevni eru. Øll hesi bjóða seg fram at arbeiða fyri at gera umstøðurnar í kirkjuni enn betri og virka fyri, at øll kristilig tænasta, ið á ymsan hátt verður gjørd í kirkju okkara, fær tær bestu umstøðurnar at virka undir.
Í august mánaða í ár vóru skrásett 3051 kirkjufólk í sóknini og til valið nú eru tað 2412 av hesum, ið eru yvir 18 ár, og tí hava valrætt.
Til seinasta kirkjuráðsval var luttøkuprosentið í Klaksvík 42,5%, og vónandi verður tað hægri hesuferð, nú alt kirkjufólkið kann standa saman um ein lista.
Heitt verður tí á kirkjufólkið í Klaksvíkar sókn um at brúka sín fólkaræðisliga rætt og fara á val í Christianskirkjuni týsdagin 7. november.

​Fráfarandi kirkjuráð í Christianskirkjuni

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.