Fyrispurningar eru fleiri ferðir komnir til KRIS frá føroyingafeløgum í Danmark, um at koma á vitjan við "Konseptinum". Grundað av hesum fer KRIS við Konseptinum til Danmarkar í septembur.
"KONSEPTIÐ"
- Ein mamma hvørs barn bleiv misbrúkt í familjuni.
- Ein mamma hvørs barn bleiv misbrúkt í samkomuni.
- Ein kvinna bleiv misbrúkt av pápa sínum.
- Ein kvinna bleiv misbrúkt av kvinnu og manni.
- Leiðarin Gvøðbjørg West greiður frá arbeiðinum.
- Sigvør Gregersen er frásøgufólk.
- Petur Edwin Højgaard er tónleikari.
KRIS er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at upplýsa um kynsligan ágang og geva tí misnýtta vegleiðing og hjálp.
Tiltakið er fyri øll, og er ein liður í, at fáa sett orð á eitt evni, sum enn tann dag í dag er rættiliga tabu, hóast øll eru vælvitandi um, at hetta er veruleikin í samfelagnum vit liva í.
Tá ið alt arbeiði er sjálvboðið, og útreiðslurnar nógvar í samband við ferð til Danmarkar, er kostnaðurin fyri tiltakið 100 kr. Kaffi og kaka verða eisini til keyps.
Øll eru hjartaliga vælkomin