Og nú stendur heilt ávorligt á terroristunum í Sýria, tí nú er Frakland fyri alvor farin í kríggj við teir - har teir eitt nú hava sent flogfør at bumba býin í Sýria Raqqa sundir & saman.
Kríggj er altíð nakað ræðuligt, og ígjøgnum ár og dag, so hava vit menniskjur verið nakrir óreinir skapningar, har vit drepa fyri eitt gott orð. Tú kanst í veruleikanum ikki føla teg tryggan nakrastaðni - tí ikki kanst tú vita, hvat kríggj brestir á næst.
Men hvussu er við kríggji - er hetta nakað, sum vit yvirhøvur kunna gera nakað við ..? Vit geva tær líka eitt yvirblikk yvir, hvussu nógv menniskjur í veruleikanum eru deyð av kríggji tey seinastu árini:
Annar Veraldarbardagi (1939 - 1945): 85 milliónir deyð
Kríggj í Korea (1950 - 1953): 1,2 milliónir deyð
Vietnam Kríggji (1955 - 1975): 3,8 milliónir deyð
Soviet Kríggj í Afganistan (1979 - 1989): 1,6 milliónir deyð
Irak Golf-kríggji (1980 - 1988): 1 milliónir deyð
Seinra Kongo Kríggji í Afrika (1998 - 2003) 5,4 milliónir deyð
Kríggji í Sýria (2011 - 2015): 220.000 deyð (higartil)
Longri listi av deyðum í kríggji kann síggjast HER
Og tað sær ikki serliga gott út kring heimin í dag, har kríggj er vegurin framm og ikki kann sýnast nakar vegur framm til frið og kærleika. Og kríggj er sikkurt nakað sum vit menniskjur allerhelst altíð fara at liva við ... desverri ..!
Sjá sjálv/ur brot úr filminum hjá Michael Moore Fahrenheit 9/11 niðanfyri, har sangurin hjá Louis Armstrong ironiskt spælir sum bakgrundstónleikur ...
JáH (y) 16.11.2015