Seinasta samdøgni vóru staðfestir íalt 7.146 tilburðir av korona í Danmark og tað er met, ongantíð hava verið so nógv smittaði eitt samdøgur.
Talið er methøgt, men sambært Statens Serum Institu (SSI) eru tølini fyri vikuskiftið og ikki bara sunnudagin.
Tað blivu gjørdar 229.896 PCR royndir seinasta samdøgni.
Í løtuni eru 468 innløgd, 65 eru á intensivdeild og 39 í respiratori.
10 fólk doyði av korona í gjár í Danmark.
SáH