Støkk inn! Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð áðrenn.
Komandi vikurnar fara koppsetingartoymir kring landið at bjóða fólki eitt prik.
Byrjað verður nú mánakvøldið og týskvøldið í Norðoyggjum. Týsdagin verður eisini vitjað á Sandoynni og mikudagin Vágar. Ætlanin er eisini at taka allar bygdirnar á Suðuroynni og í Norðstreymi seinni. Nærri kunning kemur um hetta.
Norðoyggjar
Í kvøld verður koppsett soleiðis:
Kl. 19.30 beint eftir Dag og viku verður koppsett í skúlanum í Kunoy
Kl. 20.30 verður koppsett í bygdarhúsinum í Haraldsundi
Kl. 21.15 koppsetur Sjúkrahúsverkið í Róðrarneystinum í Árnafirði
Sjúkrahúsverkið hevur sjúkrabil við, so fólk kunnu meta seg eftir, nær toymið er á staðnum. Tey sum hava hug, kunnu koma framvið og síggja útgerðina.
Týsdagin, 7. september, verður koppsett soleiðis:
Kl. 19.30 beint eftir Dag og viku verður koppsett í skúlanum á Viðareiði
Kl. 21.00 er koppsetingartoymið í skúlanum á Fossanesi og koppsetur
Sandoyggin
Týsdagin 7. september verður farið á Sandoynna
Ætlanin er at byrja koppsetingina í Dali, har koppingaevnið, sum skal brúkast fyri dagin, verður gjørt klárt. Byrjað verður at koppseta klokkan 13.
Síðani gongur leiðin til Húsavíkar, har koppsett verður í ein tíma ella so, áðrenn ferðaliðið fer til Skálavíkar. Eftir ætlan byrjar koppsetingin í Undirhúsinum umleið kl. 15.
Tá klokkan er farin nakað av 16 verður koppsett heima á kommunuskrivstovuni á Sandi, áðrenn dagurin endar í Neystinum í Skopun.
Vágar/Giljanes
Mikudagin vitja vit á Giljanesi. Klokkan 15 verða tey koppsett, sum hava bókað sær tíð.
Kl. 16.30-17.30 verður Støkk-inn koppseting í Skúlanum á Giljanesi.
Heilsumálaráðið