![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/koppseting-nordoya-apotek17122021.jpg?1639761873)
Í skjótt eitt ár hevur verið koppsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava gjørt slakar 20.000 koppsetingar síðani serlæknin Poul Verner fekk fyrsta prikið tann 30. desember 2020.
Nú er avtala gjørd við Apoteksverkið um, at koppsetingarnar í Klaksvík frameftir verður á Norðoya apoteki, sum liggur á Klaksvíksvegi. Fyrstu koppsetingarnar verða á apotekinum tann 28. desember.
Undirvísing í koppseting fyri starvsfólk í Apoteksverkinum verður í vikuskiftinum. Starvsfólk á Norðoya apotek verða eisini hjástødd, tá ið seinasta koronukoppsetingin á hesum sinnið verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikudagin tann 22. desember.
Fólk skulu enn sum áður bíleggja tíð her á www.korona.fo.
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri