Tað fer at liggja væl fyri hjá fólki at lata seg koppseta áðrenn Ólavsøku.
Nógvar tíðir eru tøkar í dag á Landssjúkrahúsinum. Harumframt eru nógvar tíðir tøkar...
- sunnudagin 25. juli: á landssjúkrahúsinum
- mánadagin 26. juli: á øllum trimum sjúkrahúsunum
- týsdagin 27. juli: á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.
Bóka tíð við at fara inn á koppseting.corona.fo ella við at trýsta her.
2. august verður aftur skipað fyri støkk inn koppseting. Hetta verður á øllum trimum sjúkrahúsunum frá kl. 17.30.
Heilsumálaráðið