Ein av fyrireikarnum Olivur Thomsen mettið, at tað mundi vera umleið 1200 fólk, sum høvdu leita sær norður.
Nógv bleiv gjørt burturúr, bæði við røðum, listaframsýningum, konserturm, matsølum og hvørt hús var opið. Borgmeistarin í Klaksvík og fólkatingslimurin Sjúrður Skaale fluttu fram røðu og Finn Johannessen fortaldi søguna um kópakonuna.
Aftaná røðurnar á Stórakneysa var brúgvakonsert við Innistovu, har Martin Joensen, Asta Højgaard, Jógvan Joensen og Eivør Pálsdóttir sungu.
Nógv var at fáa og so kundi tú eisini smakkað kópakjøt. Norðoya Portalurin bleiv bjóðaður inn í húsini hjá Oliver Thomsen, sum hevði opið hús og sjálvandi vitjaði vit eisini nýggju matstovuna hjá Jóan Karl Høgnesen og smakkaði tað frálíka skerpikjøtið hjá honum.
Sólarn Isaksen seldi rabarbusaft og rabarbu súltutoy og tað keypti man sjálvandi við heim. Nógvar listaframsýingar vóru, so samanumtikið ein sera góðir og regnfullir dagur.
Kl. 16.10 koyrdi bussarnar og so var sleppa sær til húsa aftur og í turr klæðir.
SáH