Umboð frá kommununi vóru fyrrapartin í dag á vitjan hjá eitt nú Norðatlantisk Hus, sum hýsir bæði føroyska, grønlendska og íslendska tjóðskapinum.
Føroyingafelagið í Odense er sera virkið og hevur javnan tiltøk, fundir og annað virksemi í húsinum. Starvsfólkini í Norðatlantisk Hus, sum gjøgnum árini hava hvat eitt gott samstarv við kommununa, gera nógv burturúr fyri at fáa føroyskt íkast til Odense.
13. apríl verður ein stór páskakonsert í Odense Dómkirkju við Klaksvíkar hornorkestri og seinni í ár eru onnur tiltøk á skrá. Nevnast kann konsert við Jasmin og listaframsýning við Hansinu Iversen.
Í samband við vitjanina hesaferð var tosað um komandi samstørv, sum Klaksvíkar kommuna fer undir í samstarvi við Norðatlantisk Hus.
Eisini kunnaðu tey um, at tey eru farin undir eitt nýtt átak, sum er at geva skúlanæmingum í Odense undirvísing, har fokus er á Føroyar, Grønland og Ísland. Til hesa verkætlan hava tey fingið 400.000kr av serstøku játtanini, sum verður veitt til londini í ríkisfelagsskapinum. Harumframt fær Norðatlantisk Húsið 400.000 kr av føroysku fíggjarlógini, sum hevur til endamál at stuðla uppundir føroyska virksemið í húsinum og hjá føroyingafelagnum á Fyn.
Klaksvíkar Kommuna