Gadus fór at sigla heim í gjárskvøldið
Teir fóru túr tann 11. november og hava sostatt hildu jól og nýggjár í russiskum sjógvi.
Gadus er á veg til kontrollpunkti og vera har áleið á middegi og so fara teir til Bátsfjørin at bunkra, so verður næsta stopp Føroyar.
Teir hava boða frá at teir hava fult skip og tað er 730 tons í last og tað mesta er toskaflak.
Við eru 32 mans og skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstø.
Væntandi vera teir á Klaksvík hóskvøldið, um veðrið verður tilvildar.
Vit ynskja skipara og manning góða heimreisu.
Her filmsklipp og myndir, tá ið Gadus fór avstað tann 11.11.2019, klikk her “Gadus á veg í russiskan sjógv”
SáH