Arbeiðið at gera byrgingina um Haraldssund lidna er klárt at bjóða út. Men eingir pengar eru til arbeiðið.
Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Jógvan Skorheim, løgtingsmann.
Landsverk fekk í 2008 játtan til at gera verkætlan um at gera byrgingina lidna.
Kostnaðarmetingin var 30 mió. kr. í 2008. Nú, níggju ár seinni, er metingin 35 mió. kr.
Arbeiðið er klárt at bjóða út, tá pengar eru játtaðir.
Skal gerast alt fyri eitt
Landsverk mælir til í Samferðsluætlanini fyri 2012-2024, at arbeiðið verður gjørt alt fyri eitt.
Sum støðan er nú, roynir Landsverk at rudda og halda byrgingina sum frægast.
Við verkætlanini, sum verður boðin út, tá pengar eru til hennara, verður byrgingin dagførd, so hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til slíka farleið.
Byrgingin verður umbygd nakað, men stórur partur av verandi verklagi verður partur av endaligu loysnini, sigur Henrik Old.
Byrgingin um Haraldssund er frá 1986.
JáH (y) 06.04.2017
Kelda: KVF/Høgni Djurhuus og Johnsigurd Johannesen