NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Timburhandil gevst

18/10/2013

Comments

 
Picture
Tað hava gingið nógvar søgur í býnum viðvíkjandi Klaksvíkar Timburhandli í seinastuni. Har fólk hava gitt um, at Klaksvíkar Timburhandil gevst, Klaksvíkar Timburhandil er seldur aftur, leggur saman við einum ørðum Timburhandli, keypt Norðhús osv....Norðoya Portalurin hevur sett Símun á Høvdanum nakrar spurningar:

1. Er tað satt, at Klaksvíkar Timburhandil gevst?
Ja, tað passar, men vit gevast ikki ordiliga. Tann 17. november hevur Klaksvíkar Timburhandil virka í eitt ár á Bøgøtu 36, men eg havi avgjørt at gevast við virkseminum her. Leigusáttmálin er uppsagdir, galdandi frá 6. janunar 2014 og til tað tíð, skuldi man helst havt funnið sær nýggj hølir at selja frá. Ein møguleiki er eisini at selja via netið og so bara hava eina útstilling onkrastaðni í býnum.



2. Er tað satt, at Klaksvíkar Kommuna ikki hevur keypt eina fjøl frá tær?
Ja, tað passar, men teir hava keypt nógvar vørur í handlinum og tað havi eg verið stak væl nøgdir við. Sindur spell, at teir ikki hava keypt byggitilfar frá mær, tí her eru nógvar umbygningar ígerð og nógvar eru framdar hetta seinasta árið. Klaksvíkar Timburhandil er kappingarførir á øllum økjum, men vit hava bert fingið ein fyrispurning uppá tilboð frá Klaksvíkar Kommunu síðani við byrjaði virksemi aftur.

3. Ætlar tú at keypa ogningar hjá Norðhús?
Nei, eg veit at høllin er til sølu fyri 6 milliónir og søgur ganga um, at onkur hevur bjóða 4.8 milliónir, men tað havi eg ongar ætlanir um.

4. Ætlar tú at keypa Betesda?
He,he, he... Eg veit ikki hvør eigur Betesda, man Kristian Martin Rasmussen ikki eiga tann bygningin eisini. Nýggja Betesda er skjótt liðugt, havi hoyrt at Íðka møguliga skal út í Betesda, so gerst ikki nógv har.

3. Hevur tú verið nøgdir við søluna?
Málsetningur er langt síðani náddur og sølan hevur verið avbera góð. Havi fingið nógvar fastar kundar og havi fingið staðfest, at vit kunnu kappast á øllum økjum, einamest innan gólv og flísar, har vit hava verið munandi bíðligari enn okkara kappingarneytar. Eisini eru fleiri
tøk, klædningar og annað selt ígjøgnum árið. Eg eri sera væl nøgdir við søluna til tann vanligu borgarnar í býnum, sum hava bakka Timburhandilin sera væl upp, men tær stóru Byggivirkini kundi gott havt keypt meira. Plaga at siga "Ein spard króna er ein vunnin króna", men tað hava teir ikki funnið útav enn, men tað kemur væntandi í nærmastu framtíð.

4. Hvat er framtíðarætlanin hjá tær?
Eg havi nógvar ætlanir, men kann ikki koma inn uppá tær nú. Eru í forhandlinum við fleiri, handilsavtalan við Bygma Balslev er uppsøgd til 31. desember og møguliga verður ein nýggj avtala gjørd við Balslev. Vit hava havt eina góða avtalu, har eg havi fingið sera góðar prísir frá teimum. Bygma er ein sera sterk keta og eigur eina rúgvu av Timburhandlum í Danmark, Ísland og so Balslev í Føroyum. Tað hevur gjørt, at man kann kappast við hinar á marknaðinum og tað sum hevur havt stóran týdning, er at kundin fær vørurnar næstan sama dag, sum hann hevur bestilt tær.

Vit takka Símun á Høvdanum fyri prátið og ynskja honum alt tað besta.


Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.