
Norðoya Portalurin var og tók nakrar myndir av, tá ið manningin á Klaksvíkingi fór fyrsta túrin í ár.
Beint áðrenn teir fóru úr neystinum, tá kom Fipan Fagra á støð og sjálvandi fekk Norðoya Portalurin myndir av teimum eisini. Spurdi genturnar, um hvat málið hjá teimum var í ár og søgdu tær allar við ein munn, at tær skuldi gera alt fyri at vinna.
Klaksvíkar Róðrafelag hevur bíðlagt ein nýggjan Klaksvíking og er tað aftur hesaferð Sámal Hansen sum smíðar og væntandi verður nýggju Klaksvíkingurin handaður felagnum í apríl, men verður tó ikki flotaður fyrrenn 1. mai og tá ætlar Klaksvíkar Róðrafelag, at gera nógv burturúr.
Manningin á Klaksvíkingi tóktist sera uppsett, spennandi verður at síggja, hvussu tað ferð at gangast teimum í ár. Norðoyar Portalurin ynskir KRF góðan byr og gott kappingarár.
SáH