Á fjórða sinni luttaka Føroyar á altjóða ruddingardegnum, sum er 18. september, men ljós verður varpað á einar ruskleysar Føroyar alla vikuna. Í ár er málsetningurin um einar stubbafríar Føroyar eisini settur á skrá.
Endamálið við átakinum er at skapa tilvit og at broyta vanar soleiðis, at vit koma nærri ynskinum um ein reinan og sunnan ruskleysan heim.
Rusksekkir kunnu heintast í Miðlan allar yrkadagar í tíðarskeiðinum 11. – 17. september frá kl. 10:00 til 16:00.
Soleiðis luttekur tú í ruddingarvikuni:
Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 11. – 18. september.
a) Tú vigar ruskið ella metir um vektina.
b) Tú metir um talið á stubbum.
Tú skrásetir nøgdina av burturkasti og stubbum her: Skráset rudding
Tú beinir burtur ruskið á rættan hátt og skipar fyri egnum hugnaløtum
Klára vit at rudda 20 tons av ruski og 10.000 stubbar úr føroysku náttúruni?
Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #ruddaføroyar2021 #ruddastubbar
Upplatingartíðir hjá endurnýtsluni
Mánadag til fríggjadag frá kl. 16:00 til 19:00.
Leygardag frá kl.13:00 til 19:00.
Klaksvíkar Kommuna