Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í ferðslunevnd og teknisku nevnd býráðsins, upplýsir, at fyrsta royndin verður eftir nýggjasta ringvegastrekkinum undir Fossum/Oman Eið. – Ætlanin er seinni at royna mátararnar aðrastaðni í kommununi.
Ferðmátarin, sum vit serliga kenna framvið landsvegi, vísir ferðina og varskógvar við blunki, um koyrt verður omanfyri loyvda hámark, og vónar Steinbjørn, at hetta átakið verður við til at bøta um ferðslutrygdina í kommununi.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna