Hetta hendi ígjár, eg kom heim frá stævnum degi í Klaksvíkar Timburhandli og jú, eg hevði fingið eina gávu frá Klaksvíkar Kommunu, asfalt á vegkantin og skal tað ikki vera lygn, so var tað ein Sjálvstýrismaður, sum legði asfaltið á kantin og sigast skal at tað ikki var KHJ, men ein annar :).
Nú kunnu tveir bilar standa í túninum hjá mær, sum eisini byggisamtyktin sigur fyri hús bygt eftir 1990.
Takk fyri, hatta var virkuliga eitt "suprice". Tit eru slett ikki so galnir álíkavæl.
SáH