Heldur óskili fram, tað sum undanfarni borgmeistarin Jógvan Skorheim legði lunnar undir, so fer Klaksvíkar Kommuna upp um eina álíkning og so nærkast at Klaksvíkar Kommuna fer undir umsiting.
Skuldin bara veksur við risa fetum og í løtuni er hon 270 milliónir kr. og nú verður neyðugt at taka lán hvørt ár, tí onki sum helst skil er á fíggjarstýringini og tað hevur tað ikki verið tey seinastu 8 árini.
Væntaði at samgongan fór at bremsa eitt sindur í og fáa skil á, men tølini tala fyri seg og tey ganga bara ein veg og tað eru tann skeiva vegin og tað verður ein katastrofa fyri býin um ikki vend kemur í beinanvegin.
Hvat tonkja okkara politikkara fyri seg, halda teir at alt er eitt sjálvtøkuborð?
Her dags tøl frá Klaksvíkar Kommunu:
Skuld og nettoskuld
Uppgerðin vísir gongdina í ogn og skuld.
Bankaskuldin er í dag 270 mió.kr., men neyðugt verður at taka lán – minst 15 mió. kr. Við hesum verður
bankaskuldin 285 mió.kr.
Í 2015 var nettoskuldin 92 mió.kr. undir eina álíkning, men gongdin higartil í ár bendir á, at við ársenda
verður nettoskuldin oman fyri álíkningina.
Rakstur
Í 2018 var raksturin 198,9 mió.kr., og í 2021 er hann mettur til 229 mió.kr. Hetta gevur ein árligan
vøkstur upp á 3,8%.
Her má also fáast skil á, tað má ikki henda at Klaksvíkar kommuna skal læna pengar í góðum tíðum. Øll minnast við aftur í 2008 og hevur samgongan og andstøðan í Klaksvíkar Kommunu longu gloymt hvat hendi í 2008?
Stór skomm at slíkt hendir, taki tykkum saman fyri Guds skyld.
Símun á Høvdanum, tann 23.09.2021