Norðoya Portalurin heldur tað hevur stóran áhuga fyri almenningin, at vita hvussu nógv Kommunan lýsir fyri og hjá hvørjum fjølmiðli, nú vit hava fleiri miðlar á lokala økinum, men tað letur seg ikki gera, so næsta stigi man vera, at man ferð víðari við málinum.
Annars skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu soleiðis: Tann, ið ynskir innlit, vendir sær beinleiðis til avvarðandi myndugleika. Er ein áheitan ikki játtað ella noktað innan 10 dagar frá móttøku, skal ein orsøk og kunning um, nær avgerð fellur, skrivliga gevast tí, sum hevur biðið um innlit. Annars verður víst til fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit. Klikk her "Lóg um alment innlit"
Vit ætla at taka fleiri onnur mál upp, sum hava áhuga hjá almenninginum í býnum, at fáa upplýsingar um, eitt nú vegagerð, 50 metur hylurin, rennibreyt, bláa skýlið og onnur mál.
Hava borgarar hug til at fáa okkurt ávís mál lýst og sum tit ikki tora at spyrja um alment innlit í, so eru tit vælkomin at senda okkum ein meyl, so vit kunnu spyrja Klaksvíkar Kommunu um tað málið, send meyl til [email protected]
Her svar frá Klaksvíkar Kommunu tann 21. desember 2015:
Hey Símun,
Við hesum verður sagt frá, at vit hava móttikið umsókn tygara.
Umsóknin er latin Stjórnarskrivstovuni.
Tygum hoyra aftur frá Stjórnarskrivstovuni.
Vinarliga
Klaksvíkar Kommuna
Stjórnarskrivstovan
Kap. 4.
Viðgerðin og avgerðin viðvvíkjandi áheitan um skjalainnlit
§ 15. Verður áheitan um skjalainnlit sett fram viðvíkjandi skjølum, ið eru partur av máli, har sum tað er ella fer at verða tikin avgerð av einum fyrisitingar myndugleika, avger hesin myndugleikin, um áheitanin kann verða gingin á møti. Í øðrum førum verður avgerð um skjalainnlit tikin av tí myndugleika, sum hevur skjalið undir hond.
Stk. 2. Avgerðir um spurningar um skjalainnlit kunnu kærast framíhjá til tann myndugleika, sum er kærustovnur viðvíkjandi avgerðini ella viðgerðini annars av tí máli, sum áheitanin um skjalainnlit viðvíkir.
Stk. 3. Landsstýrið kann áseta reglur, ið frávíkja reglunum í stk. 1 og 2.
§ 16. Viðkomandi myndugleiki ger sum skjótast av, um ein áheitan um skjalainnlit kann verða gingin á møti, og um hann, sum er komin við áheitanini skal verða gjørdur kunnugur við skjøl soleiðis, at hann fær høvi til at síggja tey á staðnum ella soleiðis, at hann fær eitt avrit ella makaskjal.
Stk. 2. Er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá, um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.
Stk. 3. Landsstýrið ásetir reglur um gjald fyri avrit ella makaskjøl.
SáH