NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Býráð stendur saman um miðbýin

4/7/2015

Comments

 
Picture
Á eyka býráðsfundi mikukvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð at góðkenna endaligu ætlanina fyri bygging av Biskupstorgi í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík, sum fevnir um 30 íbúðir umframt kjallara og veghædd til miðstaðaendamál so sum handlar, matstovur v.m.

Tað var ein søguligur eyka býráðsfundur mikukvøldið 1. juli 2015, har eitt samt býráð samtykti at góðkenna byggiætlanina fyri Biskupstorg, sum verður fyrsta byggingin í nýggja miðbýnum í Klaksvík, og aftan á býráðsfundin varð sáttmáli undirskrivaður millum Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku og Byggifelagið Kanjon, sum hevði lægsta tilboðið upp á byggingina. Byggisáttmálin er samanlagt umleið 90 mió. kr.

Bústaðir og Klaksvíkar kommuna eru stovnarar av Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, sum hevur virkað síðan 1999, og sum nú fer undir at byggja og verður eigari av teimum 30 íbúðunum í miðbýnum í Klaksvík. Avtalað er, at Bústaðir fer at umsita øll leigumálini.

Harumframt fevnir verkætlanin um veghæddina, sum er ætlað til miðstaðaendamál so sum handlar, matstovur o.a. virksemi av almennum slag.

Søgulig bygging
Tað var ein ógvuliga fegin borgarstjóri, sum vegna Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku skrivaði undir sáttmálan við Byggifelagið Kanjon.

- Biskupstorg verður fyrsta byggingin í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík, og tí er talan um eina søguliga hending fyri Klaksvíkar kommunu, sum síðan tíðliga í áttati árunum hevur arbeitt við ætlanum fyri miðbýin í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, sum var ógvuliga fegin um, at býráðið stendur saman um hesa týdningarmiklu verkætlan.

- Nógv skiftandi býráð hava arbeitt fram ímóti at fáa gongd á byggingina av miðbýnum. Seinasta valskeið varð hendan miðbýarætlanin fyrireikað og samtykt, og hesa býráðssetuna hava vit arbeitt miðvíst saman við Bústaðir og Ósbjørn Jacobsen, arkitekti, sum vann miðbýarkappingina, fram ímóti at seta sjálva byggingina av miðbýnum í gongd.

Grøn verkætlan
- Talan er eisini um eina grøna verkætlan, tí upphitingin av bygningunum verður knýtt upp í kommunalu orkuverkætlanina, har sjóhiti verður nýttur til at upphita bygningar kommununnar frá miðstaðarøkinum og niðan gjøgnum býin, herundir skúlabygningar, ítróttarhallir og svimjihøll, sum verða knýttir í skipanina, upplýsir borgarstjórin.

- Í fyrstu syftu er ætlanin at knýta skúlabygningar, svimjihøllina og ítróttarhallirnar upp í skipanina. Sum nevnt, verður eisini Biskupstorg knýtt uppí, tá ið tann byggingin er liðug, og møguleiki er fyri at víðka hesa skipan, so eisini aðrir bygningar verða knýttir uppí.

- Á henda hátt ynskja vit í Klaksvíkar kommunu at ganga á odda í arbeiðnum at tryggja okkara landi meira grøna orku, samstundis sum ikki so lítlar sparingar verða vunnar.

Kelda: www.klaksvik.fo

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.