Tiltøkini í samband við Klaksvík í fokus endaðu við bátahylin á Borðoyarvík, har tað verður arbeitt við nýggja ídnaðarøkinum, sum í fyrstu atløgu fevnir um áleið 15.000 fermetrar til vinnuligt virksemi. Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu greiddi frá verkætlanini har úti.
Síðan gekk leiðin heim í Spinnaríið, sum eftir umfatandi umvælingararbeiði á øðrum sinni hevur verið karmur um kongaliga vitjan í Klaksvík fyri stuttum. Fyrra ferðin var, tá Fríðrikur 9. Kongur vitjaði Klaksvík í 1949.
Tí vóru tað ikki so fá, sum í kvøld fingu høvið at spáka inn eftir reyða løbaranum, sum Krúnprinsurin, Fríðrikur og konan, Mary hava spákað á fyri ikki so langari tíð síðan. Í kvøld varð boðið til suppu, kaffi og køkur afturvið tónleiki og eini framløgu um tilgongdina at umvæla Spinnaríið.
Hesi framløgu stóð Eyðbjørn Poulsen, júst fráfarin stýrisformaður í Grunninum fyri Spinnaríið, fyri. Heri Ellingsgard hevur fyri stuttum tikið við sum formaður fyri tað stýrið, sum skal reka Spinnaríið fram eftir.
Við framda umvælingararbeiðnum eru karmarnir nú góðir til í framtíðini at kunna skapa nógv ymisk mentanarlig átøk og tiltøk av fjølbroyttum slag í søguliga bygninginum.
Tiltakið hóskvøldið var sum nevnt hitt seinasta í røðini Klaksvík í fokus, har samanlagt átta ymisk støð hava verið opin fyri vitjandi. Vikan byrjaði í nýggja miðbýnum, har nógv nýttu høvið at vitja Biskupstorg og Posthúskjallaran mánakvøldið.
Týskvøldið vóru framløgur um nýggja Húsarhaldsskúlan og endurreista garðin hjá Nólsoyar Páll, meðan sjóneykan varð sett á Skúlatrøð og ítróttarøkið mikukvøldið, áðrenn endabrakið á Borðoyarvík og Spinnarínum hóskvøld.
JáH (y) 19.10.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna