Klokkan var 05.25 tá ið Klakkur rundaði Klakkin og sigldu teir runt um seg sjálvan 3-4 ferðir og síðani sigldu teir inn eftir Vágni og løgdu at hjá NFCS klokkan 06:00.
Klakkur byrjaði túr tann 23.01 og hava teir fiska á Flemish Cap og undir Føroyum frá 13. februar.
Teir hava fulla last, umleið 300 tons.
Teir vóur 20 mans við hendan túrin.
Skiparar eru Líggjas Johannesen og Bethuel Johannesen.
Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.
Her tvey filmsklipp, eitt tá ið Klakkur sigldu um seg sjálvan 3-4 ferðir og so eitt, tá ið teir sigldu inn eftir Vágni. Eisini nakrar myndir og eitt filmsklipp, har eg kom at siga 3.000 tons, men sjálvandi var tað 300 tons, orsakað tit á Klakki, soleiðis er at senda beinleiðis.
SáH