Høvuðsorsøkin til at ongin tók ímóti teimum, man vera Korona virussið og man heldur seg til tilráðingar frá tí almenna.
Klakkur hevur 305 ton av avhøvdaðum, tað mesta var toskur, hýsa og longa. Teir hava roynt við línu við Ísland.
Teir fóru avstað tann 23. februar og har vóru 18 mans við, skipari var Bethuel Johannesen.
Hetta gjørdist ein minniligur túrur hjá teimum, tí á heimferðini fekk ein av manningini skaða og tyrla frá Íslandi kom honum til hjálpar og bleiv hann førdur til sjúkrahús, men skaðin ikki so álvarsligur, at Klakkur fór inn eftir honum og hann er komin aftur til Klaksvíkar í øllum góðum.
News.fo og Norðoya Portalurin ynskir skipara og manning vælkomin heim og ansi nú væl eftir tykkum í hesum Korona tíðum.
SáH
|
|