Les eisini: Klaksvíkar Sjónleikarafelag: Nú prutlar !!!
Showið verður kallað: Syndarlig Jól og kemur at vara í ein góðan tíma og her er svartur humor & sangur fyri alla pengarnar. Syndarlig Jól hevur (eftir ætlan) frumframførslu tann 1. Desember og hetta verður also nakað, sum ein má & skal upplivað.
Gamla Brandstøðin, sum nú er gjørd um til eitt sjónleikarahús - verður karmurin um showið, pláss fyri eini 50 fólkum ísenn og stjórin, Aðalbjørg J. Linklett letur heilsa og sigur at avmarkað nøgd av atgonguseðlum vera seld. Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer í nærmastu framtíð boða frá, hvussu tú kanst vera so eydnusamur at fáa hendur á einum atgonguseðla.
Gleð teg.
Tey leikandi eru: Hanus Gregersen, Aðalbjørg J. Linklett, Emry Jo, Barbara Hentze, Rakul Winther, Nicolina Rubeksen, Jógvan á Høvdanum (yngri), Rólant R. Biskopstøð og Durita Joensen.
JáH (y) 04.11.2016