Gleddi meg at síggja nýggju felagshølini hjá Ægir, sum eg, Torkil Mørkøre leiðarin í Svimjihøllini og ein kvinnuligur byggiverkfrøðingur frá Klaksvíkar Kommunu høvdu avgjørt at gera í hølunum har Íðka helt til fyrr, norðastu hølini í Svimjihøllini og var ætlanin tann, at felagshølini skuldi standa liðug í januar 2018.
Fyrra ætlanin var, at Ægir skuldi hava felagshølir síni í nýggja vælveruuøkinum, men har lógu tey sera illa fyri og tí varð avreitt, at felagshølini skuldi vera í fyrrverandi hølinum í Íðka.
Avtalan varð gjørd á heysti 2017, at hølini skuldi gerast fyrst í 2018, also januar og nú skriva vit mars og har var einki hent.
Tískil heldur Ægir enn til í einum kustaskapi, har 4-5 persónar passa inn, hølini eru 1.8 metur breið og umleið 4 metur long, men kanska Klaksvíkar Kommuna ikki hevur ráð at gera felagshølir til Ægir? Okkurt er, kanska KK kundi givið okkum eina forkláring.
SáH