NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Katrin: - Einki er sum serstaki friðurin í bønhúsinum

3/12/2021

Comments

 
PictureMynd: - Eg eri sera góð við okkara bønhús. Her er balsam fyri sálina, sigur Katrin Groth-Mortensen úr Øravík.
- Einki er sum at fara til gudstænastu her í okkara bønhúsi. Hóast bygningurin liggur beint við landsvegin, so ávirkar tað als ikki tann serstaka friðin sum ein fornemmar herinni. Eg elski at vera til gudstænastu her, sigur Katrin Groth-Mortensen úr Øravík.

Orð: Snorri Brend/Myndir: Tórður Mikkelsen/kvf.fo.

Her er friðsælt. Umhvørvi er bæði søguligt og vakurt. Her ræður ein serligur friður í vøkru náttúruni í bygdini. Ein summardag kanst tú síggja grøna bøin og alskyns blómur vaksa. Og her rennur og tutlar áin gjøgnum bygdina.

Bønhúsið við sínum sermerkta Sigmundarkrossi á skjøldrinum hevur einki torn, men ringt verður kortini bæði inn til gudstænastu og út við eini klokku, sum sigst stava frá Norsku Løvu.

Í hesum døgum eru júst liðin 55 ár síðani bønhúsið var vígt, eftir at fólk og prestur høvdu sett sær fyri at útvega bygdini eitt Gudshús at savnast í.

- Jú, ørvingar tóku sera væl undir við hesi ætlanini, og føla uppá ein máta ein ávísan eigarskap í bønhúsinum, greiddir Katrin Groth-Mortensen frá, tá hon herfyri var við í útvarpssendingini hjá Tórður Mikkelsen ”Við Tórði á túri”.

- Jú, eg eri sera góð við hetta bønhúsið. Hetta er balsam fyri sálina.

Í GLEÐI OG SORG
Mong eru tey, sum hava verið í Suðuroy í ørindum ella bara fyri at njóta frítíðina. Tey eru komin í land av Smyrli og eru farin við bili suðureftir, koyrandi framvið vøkru bygdini Øravík.

Tey gáa kanska eftir einum svørtum bygningi, sunnarlaga í bygdini beint við landsvegin. Kanska tey eisini undra seg yvir vakra bygningin, men vita helst ikki, at tey í somu løtu hava koyrt framvið einum bønhúsi – Bønhúsinum í Øravík.

Hetta er tó ikki einasta bønhúsið í Føroyum, men her hava tey regluliga havt gudstænastur og onnur andalig tiltøk, bæði fyri børn og vaksin øll hesi árini.

Katrin Groth-Mortensen vísir á, at eitt bønhús hevur ikki somu støðu sum ein kirkja. Tað er, væl at merkja karmur um fleiri kirkjuligar tænastur, bæði í gleði og sorg. Men her er til dømis ikki doypifuntur.

- Her er kirkjan á Tvøroyri okkara sóknarkirkja, greiðir hon frá. Har kenna ørvingar seg eisini heima.

Frammanundan var tann gamli skúlin í bygdini hann, ið brúktur var, tá gudstænastur vóru hildnar. Hesin var niðurlagdur í 1964, men 1. sunnudag í advent – 27. november í 1966 – fingu ørvingar sítt egna stað at halda gudstænastur í. Tað var Ejvind Vilhelm, táverandi sóknarprestur, sum vígdi bønhúsið.

- Eg haldi, at ørvingar hava verið sera glaðir fyri teirra bønhús, sigur Katrin.

MARATHON
Í sendingini greiðir Katrin Groth-Mortensen frá, at bønhúsið hevur verið nógv brúkt, síðani tað var vígt.

Umframt gudstænastur við presti og gudstænastur við dekni, hava onnur andalig tiltøk verið her. Millum hesi tiltøk kann nevnast gudstænastur við altargongd, brúðarvígsla, missiónsvika eina ferð um árið, og, sum hon tekur til, onnur mentanarlig tiltøk, sum hóska til eitt slíkt hús.

Eitt tiltak, ið kemur undir henda bólkin, er rennikappingin ”Føroya sunnasta 1/2marathon”, har tey okkurt árið hava runnið framvið bønhúsinum í Øravík, sum til høvið hevur havt dyrnar standandi opnar.

Her hava fólk hava møguleika at fáa okkurt styrkjandi við sær á leiðini, at síggja bygningin og geva eina tøkk fyri góða heilsu.

”ARBEIÐSLEYSUR LÆRARI”
Nevnast má eisini, at Katrin hevur sjálv bæði havt sunnudagsskúla her, og juniorarbeiði. Men soleiðis er ikki longur, av eini heilt serstakari orsøk:

- Støðan er tíverri hon, at tað hevur ikki verið nøkur tilflyting til bygdina nú í nøkur ár, heldur ikki av barnafamiljum. Tí er er eingin sunnudagsskúli her í Øravík beint nú, sigur Katrin Groth-Mortensen. Í løtuni búgva bert 30 fólk í bygdini, sambært tølum frá Hagstovuni.

Men arbeiðsleysi sunnudagsskúlalærarin leggur aftrat:

- Hetta er eitt gott stað at búgva í. Tí vóni eg, at fólk fer at flyta aftur til Øravíkar.

Fólkakirkjan

Picture
ØRAVÍK: Mitt í bygdini stendur hesin vakri, snotiligi og miðsavnandi bygningurin, Bønhúsið í Øravík.
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.